25/05/2026
Starlight koma aftur til Ljósfestina 2026
Tá Ljósfest verður í Vági vikuskiftið 14, 15 og 16. august 2026, fer bólkurin Starlight aftur á pallin.
Teir spæla leygardagin 15. august 2026.
Starlight bergtók øll á Ljósfestini í 2023 og í 2024.
Ein skuldi trúð at teir ikki høvdu gjørt annað enn at spælt tónleik - síðani teir vóru í hæddini í sjeyti- og áttatiárunum. Teir hava tó verið saman á palli til okkurt serstakt høvi seinnu árini og so, sum nevnt, á Ljósfestini '23 og '24.
Starlight byrjaði í 1979
Starlight byrjaði í 1979, og spældi nógv til dans kring landið í áttatiárunum. Teir spældu rock- og popptónleik og vóru væl fagnaðir í dansihølunum kring alt landið, og í 1981 vunnu teir heitið sum ársins tónleikabólkur. Fleiri av teimum, ið mannaðu bólkin tá, hava verið virknir innan tónleik síðani.
Hava givið fleiri nýggj løg út
Starlight hava givið fleiri nýggj løg út seinasta árið, tvey tey seinastu kallast “Vilt tú vita“ og “Dreymaland”
Tann fyrsta útgávan í framhaldinum av teirra tónleiki nú í 2026 var “Dreymaland”, sum kom út 28. mars og tann seinasta “Vilt tú vita“ kom út 01. mai. Tað er Niclas Johannesen, sum hevur framleitt og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.
Í fjør komu 2 tey fyrstu løgini hjá Starlight út, “Knáir gamlir menn“ og “Rótasúpan“
Fyrra lagið, 'Knáir gamlir menn', var á Top 10, tá Ársins Útvaprsh*tt 2025 skuldi veljast í samband við Faroese Music Awards (FMA) 2026. Har fingið teir eitt flott 7 pláss.
Nýggj EP ávegis
Teir í Starlight siga, at 2 sangir afturat liggja í bíðirøð at koma út. Tann fyrri av teimum, Smíl og Tár kemur út hósdagin í hesi vikuni og tann seinasti í hesum umfarinum, Skuggar við Krossveg, kemur út til jóansøkuna. Skuggar við Krossveg er samstundis heitislagið til EP'ina, har teir fyrstu 6 sangirnir hjá nýggja gamla rockbólkinum vera samlaðir.
Manningin í Starlight er hendan: Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði Lisberg, Jákup Hansen og Jóhan Martin Jacobsen.
Okur gleða okum at hoyra Starlight aftur til Ljósfestina í Vági.
Umframt Starlight, eru hesir bólkar alment komnir á skránna leygardagin 15 august 2026.
Norðkraft, ABBA-Tribute, Annika Hoydal og so Starlight. Enn fleiri nøvn koma seinni.
Her er leinki til rockballaduna “Dreymaland“
Provided to YouTube by TutlDreymaland · StarlightDreymaland℗ TutlReleased on: 2026-03-28Producer: Niclas JohannesenComposer: Jóhan Martin JacobsenLyricist: J...