Jóansøkan á Tvøroyri

Jóansøkan á Tvøroyri Síðan, har øll tiltøk á jóansøkuni á Tvøroyri verða kunngjørd.

21/06/2025

BUSSURIN FER 18:30 TIL STÓRÁ
Um 15 minuttir fer ókeypis bussur vestur til Stóra til TB-EB/Streym. Komið við - fer frá p-plássinum beint undir Pizzaria :)

OPIÐ ER Í TJØLDUNUM OG SMÁTTUNUMHóast tað ikki er rógvandi, so ber saktans til at hugna sær í miðbýnum. Ikki minst er le...
21/06/2025

OPIÐ ER Í TJØLDUNUM OG SMÁTTUNUM
Hóast tað ikki er rógvandi, so ber saktans til at hugna sær í miðbýnum. Ikki minst er lekkur matur at fáa í tjøldunum og smáttunum. Tombola, skjóting og you name it, er í mipbýnum og f**t av fólki hava longu leitað sær út.
VÆLKOMIN 🙂

TB-EB/STREYMUR Í KVØLDMeðan kappróðrarfólkið tíverri ikki sleppur á fjørðin í dag, so sleppa fótbóltsleikararnir hjá TB ...
21/06/2025

TB-EB/STREYMUR Í KVØLD
Meðan kappróðrarfólkið tíverri ikki sleppur á fjørðin í dag, so sleppa fótbóltsleikararnir hjá TB og EB/Streymi allíkavæl at vísa seg fram í kvøld.
Hildið verður fast í upprunaligu ætlanini um at spæla dystin kl 19:00 og vónandi verður tað met-uppmøting av áskoðarum í kvøld.

ÓKEYPIS BUSSUR ÚR MIÐBÝNUM
Eins og áður lýst, so koyrir bussur frá MP-Bussum úr miðbýnum kl. 18:30, frá p-plássinum beint undir Pizzaria á Hotel Tvøroyri. Koyrt verður vestur til Stóra og koyrt verður út til miðbýin eftir dystin eisini.

VÆL MØTT!!! :)

KAPPRÓÐURIN Í MORGIN, SUNNUDAGIN  22. JUNITað er neyvan farið framvið nøkrum, men kappróðurin er útsettur til í morgin, ...
21/06/2025

KAPPRÓÐURIN Í MORGIN, SUNNUDAGIN 22. JUNI
Tað er neyvan farið framvið nøkrum, men kappróðurin er útsettur til í morgin, sunnudagin 22. juni.
Vit endurgeva her tað, ið RSF longu hevur lagt út.

Nýggjar starttíđir til útsetta jóansøkuróđurin sunnudagin 22. Juni.
GG flagtíđin er 5min áđrenn startíđina.
Starttíđir:
Old-Boys róður 12:00
Barnaróđur gentir riđil 1 - kl.12.30
Barnaróđur gentir riđil 2 - kl.12.40
Barnaróđur gentir finala - kl.13.00
Barnaróđur dreingir - kl.13.50
Dreingir 14-16ár - kl.14.30
6mf. Kvinnur - kl.14.50
Gentir 14-16ár - kl.15.10
8. Mannafar - kl.15.30
5mf. Kvinnur - kl.15.50
6mf menn - kl.16.10
Dreingir 17-18ár - kl.16.30
10 mannafar - kl.16.50
Gentir 17-18ár - kl.17.10

BROYTINGAR Á PALLINUM Á JÓANSØKUNú bleiv leygardagurin ikki júst tað, ið vit høvdu ætlað okkum. Veðrinum ráða vit sjálva...
21/06/2025

BROYTINGAR Á PALLINUM Á JÓANSØKU
Nú bleiv leygardagurin ikki júst tað, ið vit høvdu ætlað okkum. Veðrinum ráða vit sjálvandi ikki yvir, men pallsamansetingina kunnu vit broyta :)
Skráin er broytt fyri í dag og í morgin, soleiðis sum tit síggja her. Í dag byrja tingini fyrst kl 17:00, tá DJ Hustler byrjar. Restin av kvøldnum verður eins og ætlað áðrenn.
Barnatiltakið við BUBU og framførslan hjá Jóhonnu Iversen, eru flutt til í morgin, sunnudagin 22. juni. Lív og Tróndur, Sputnik og Starlight verða flutt ein hálvan tíma fram.

MISSIÓNSHÚSIÐ OPIÐ HÚS KL. 19:00 Í KVØLDEin villa er í skránni - Hugnaliga Missiónshúsið á Tvørabakka er opið frá kl. 19...
21/06/2025

MISSIÓNSHÚSIÐ OPIÐ HÚS KL. 19:00 Í KVØLD

Ein villa er í skránni - Hugnaliga Missiónshúsið á Tvørabakka er opið frá kl. 19:00 í kvøld og ikki kl. 21:00, ið stendur í skránni - haldið okkum til góðar.
Thomas Pauli og Martha Mýri luttaka og sangur er á skránni. Ein góður drekkamunnur verður eisini at fáa.

20/06/2025

MINNIST TIL!!!
Fótbóltsdystur á havnalagnum beint nú, millum sløkkilið og bjargigarfeløg í oynni!

17:30 er havsvimjingin hjá SuSvim í skránni, frá dráttinum á havnarlagnum :)

TRÓNDUR OG LÍV SUNNUKVØLDIÐEitt kærkomið, lokalt, eyka íkast er komið til tónleikapallin, eftir at skráin fór til prenti...
20/06/2025

TRÓNDUR OG LÍV SUNNUKVØLDIÐ

Eitt kærkomið, lokalt, eyka íkast er komið til tónleikapallin, eftir at skráin fór til prentingar – tað eru dugnaligu Lív Næs og Tróndur Enni, ið saman við Óla Holbæk Mortensen á gittara, koma at framføra á stóra pallinum.
Lív og Tróndur hava fleiri landaplágur á samvitskuni. Hvør kennir ikki m.a. “Sveimandi” og “Lítli fuglur», ið enn verða spæld sera nógv á tónleikarásunum kring landið.
Saman við Óla gleða tey seg til eitt gott og minniligt kvøld í miðbýnum á Tvøroyri, sunnukvøldið 22. Juni, tá tey byrja tónleikaframførslurnar á pallinum.

20/06/2025
TILTAKIÐ VIÐ GRILLINGINI Í MIÐBÝNUM, ER FLUTT TIL MÁNADAGIN 23. JUNI kl. 18:30GRILLINGIN VERÐUR MÁNADAGIN 23. JUNI(Vælko...
20/06/2025

TILTAKIÐ VIÐ GRILLINGINI Í MIÐBÝNUM, ER FLUTT TIL MÁNADAGIN 23. JUNI kl. 18:30

GRILLINGIN VERÐUR MÁNADAGIN 23. JUNI
(Vælkomin at deila)

Sum nakað heilt nýtt á jóansøku, so verður grillað í miðbýnum, mánadagin kl. 18:30. Hetta tiltak er komið afturat skránni, eftir hon fór til prentingar.

Tvøroyrar kommuna hevur fingið lokala Ólav Bech til grilla nakrar heilar grísar á økinum í miðbýnum, har pallurin er. Afturvið eru fløtaeplir og piparsós, ið Hotel Tvøroyri stendur fyri.

Øll eru hjartaliga vælkomin til ein ókeypis tallerk av hesum góða mati, frá kl. 18:30, mánadagin 23. juni. Borðreitt verður, inntil tað er uppi.

Hjartaliga vælkomin :)

Adresse

Tvørávegur 37
Tvøroyri
800

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Jóansøkan á Tvøroyri sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Jóansøkan á Tvøroyri:

Del