Faroe Islands 2027 - Betri Oyggjaleikir

Faroe Islands 2027 - Betri Oyggjaleikir Betri International Island Games XXI

Einans 400 dagar til Betri Oyggjaleikir 2027😍🇬🇧 Only 400 days until the Betri International Island Games 2027!We’re gett...
28/05/2026

Einans 400 dagar til Betri Oyggjaleikir 2027😍

🇬🇧 Only 400 days until the Betri International Island Games 2027!
We’re getting closer, and we couldn’t be more excited!

Heri Kjærbo – ein teimum mongu sjálvbodnu hjá Betri Oyggjaleikum 202759 ára gamli Heri Kjærbo hevur drúgvar royndir í HR...
22/05/2026

Heri Kjærbo – ein teimum mongu sjálvbodnu hjá Betri Oyggjaleikum 2027

59 ára gamli Heri Kjærbo hevur drúgvar royndir í HR, leiðslu og samskifti. Gjøgnum nógv ár hevur hann verið virkin í sjálvbodnum arbeiði, tí hann brennur fyri felagsskapi, menning og at síggja fólk trívast saman.

Á Betri Oyggjaleikum 2027 fer hann sjálvboðin, saman við fimm øðrum HR-fólkum, at vera við til at leiða arbeiðið við teimum sjálvbodnu innan fyri non-sportøkið.

- Eg havi altíð arbeitt sum sjálvboðin, tí tað er so gevandi. Relatiónirnar, meiningin í arbeiðinum, gleðin og takksemið geva nógv aftur, sigur Heri.

Tað, hann gleðir seg mest til, er at uppliva sjálvar leikirnar og síggja, hvussu alt arbeiðið frammanundan fer at rigga í praksis.

- Tað verður fantastiskt at uppliva ein orkufullan felagsskap arbeiða við gleði og góðari orku fyri at fáa alt at eydnast.

Hug at gera sum Heri Kjærbo? Tekna teg sum sjálvboðin á oyggjaleikir.fo.

Kom og ger mun á Betri Oyggjaleikum 2027. Dámar tær at vera mitt í rokanum, ella aftan fyri leiktjøldini? Sama hvat - vi...
20/05/2026

Kom og ger mun á Betri Oyggjaleikum 2027. Dámar tær at vera mitt í rokanum, ella aftan fyri leiktjøldini? Sama hvat - vit hava uppgávur til øll. Kom við - Føroya størsta tiltak hevur brúk fyri tær. Les meira um uppgávurnar á oyggjaleikir.fo

🇬🇧We are currently looking for volunteers, with our recruitment currently focused on people living in the Faroe Islands and Faroese living abroad.

We sincerely appreciate the international interest in volunteering. However, this approach helps us manage communication more effectively in our native language, Faroese, while prioritising limited accommodation capacity for athletes, officials, and support staff from the member islands.

15/05/2026

Vit hava brúk fyri tær í toyminum. Les meira og gerst sjálvboðin á oyggjaleikir.fo🤩

Vit hava brúk fyri tær 🫵🏼
12/05/2026

Vit hava brúk fyri tær 🫵🏼

Wauw - vit eru ovfarin og fegnast um góðu undirtøkuna frá tykkum  mongu, sum hava skrivað tykkum upp sum sjálvboðin. Vit...
08/05/2026

Wauw - vit eru ovfarin og fegnast um góðu undirtøkuna frá tykkum mongu, sum hava skrivað tykkum upp sum sjálvboðin. Vit gleða okkum til at fáa fleiri og vóna, at góða gongdin heldur fram 💪🏼🔥

Kom viiiiið - tað verður SO stuttligt!

Melda til her 👇🏼

https://www.faroeislands2027.fo/fo/sjalvbodin

Gott vikuskifti 🤩

🇫🇴🇫🇴🇫🇴Betri Oyggjaleikir ynskja øllum góðan flaggdag 🇫🇴Her veittrar Merkið á bryggjuni í Kirkwall á leikunum í fjør 🥹Um ...
25/04/2026

🇫🇴🇫🇴🇫🇴

Betri Oyggjaleikir ynskja øllum góðan flaggdag 🇫🇴

Her veittrar Merkið á bryggjuni í Kirkwall á leikunum í fjør 🥹

Um 433 dagar fara føroysk ítróttafólk umboðandi Merkið at kappast móti íðkarum úr 23 oyggjasamfeløgum í 14 ymsum ítróttum á heimavølli 🤩

🇬🇧
Every year on April 25, the Faroe Islands celebrate their national flag, “Merkið” 🇫🇴

On the photo the flag is waving proudly by the harbour in Kirkwall during last year’s Games 🥹

In 433 days, Faroese athletes competing under their national flag will go head-to-head with competitors from 23 island communities, across 14 different sports — on home ground in the Faroe Islands 🤩

Betri International Island Games wish everyone a happy Faroese Flag Day 🇫🇴🇫🇴🇫🇴

🇫🇴 Nógv fólk hava havt ein fingur við í spælinum fyri at fáa Klipp til veruleika. Gunn Sloan Müller og Finn Ólafur Guðmu...
31/03/2026

🇫🇴 Nógv fólk hava havt ein fingur við í spælinum fyri at fáa Klipp til veruleika.
Gunn Sloan Müller og Finn Ólafur Guðmundssson vunnu teknikappingina ✏️
Frida Bogadóttir og Brandur Bárðarson áttu hvør sítt uppskot um navnið Klipp ⭐
Lesandi á klædnaatstøðisútbúgvingini á Glasi hava gjørt Klipp🧵
Hannis Egholm hevur tillagað tekningina, og Sansir hava latið Klipp í

Betri Oyggjaleikir takka tykkum øllum fyri tykkara avrik og øllum, sum komu til avdúkingina.

🇬🇧 Many people have played a part in bringing Klipp to life.
Gunn Sloan Müller and Finn Ólafur Guðmundsson won the design competition ✏️
Frida Bogadóttir and Brandur Bárðarson each proposed the name Klipp ⭐
Students from the clothing production program at Glasir College have created Klipp🧵
Hannis Egholm has refined the design, and Sansir have styled Klipp ✨
The Betri International Island Games thank you all for your efforts, and everyone who came to the unveiling.

📷Ólavur Frederiksen

Adresse

Eystara Bryggja 30
Tórshavn
100

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Faroe Islands 2027 - Betri Oyggjaleikir sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Faroe Islands 2027 - Betri Oyggjaleikir:

Del