Brúðarlín

Brúðarlín Brúðarlín leigar og selur brúðarkjólar, og annað tilhoyr til stóra dagin. Brúðarkjóla merkir vit umboða eru Lilly og Morilee.

Hjá Brúðarlín vita vit, at hjá eini brúður er kjólin ein tann týdningarmesti parturin av brúdleypinum. Okkara endamál er at geva kvinnum í brúðartonkum ríkar møguleikar at finna dreymakjólan til stóra dagin. Hetta gera vit, við at bjóða eitt ríkt úrval av dygdarkjólum, í alskyns sniðum og støddum, sum tú kanst koma og royna. Á henda hátt kanst tú best síggja, hvønn kjóla tú kennir teg best í, eins

og vit vegleiða og ráðgeva tær til rætta kjólan. Eisini hava vit dugnaligar seymiførleikar, so møguleiki altíð er fyri at tillaga kjólan júst til tín tørv. Brúðarlín hevur um 150 kjólar til leigu og sostatt helst størsta úrvali av kjólum í Føroyum. Umframt at útleiga brúðarkjólar, slør og annað tilhoyr, hava vit eisini eitt fjølbroytt úrval av brúðarskóm, smykkum, undirklæðum v.m. til sølu, eins og vit hava barnaklæðir til brúðargentur og -dreingir og føroyskar vestar og hosur til menn leigu. Síðan januar 2012 hava vit eisini selt fermingarkjólar. Vit eru sera errin og glað um at vera blivin umboð fyri vøkru Brudedesign og Lilly fermingarkjólarnar í Føroyum. Eisini leiga og selja vit dópskjólar og sum tað sísta hava vit eisini fingið veitslukjólar at selja. Merkini vit umboða eru Lilly og Morilee. Brúðarlín keypir ikki brúðarkjólar frá privatum, men hevur einans tey merki, sum vit eru umboð fyri í Føroyum! Brúðarlín varð stovnað í 1991 av Anniku Gaard við útleigan av brúðarkjólum og tilhoyri fyri eyga. Í gjøgnum ár og dag hevur Brúðarlín pyntað hundraðtals brúðrar.

Í apríl 2011 yvirtók Olevina Egilstoft virksemið hjá Brúðarlín og í mai 2014 flutti handilin í snotulig høli á Sondum 9 í Sandavági.

Í juli 2017 yvirtók Irdi Debes Johansen virksemið hjá Brúðarlín og á heysti 2019 flutti Brúðarlín aftur til Havnar. Ver vælkomin at avtala eina tíð við okkum, har tú í frið og náðum kanst koma og finna dreymakjólan og alt annað tilhoyr til stóra dagin.

Rainbow brúðarskógvarnir eru nú komnir í Brúðarlín ✨Við meira enn 40 ára royndum sameinir Rainbow vakurt snið, góðsku og...
25/05/2026

Rainbow brúðarskógvarnir eru nú komnir í Brúðarlín ✨

Við meira enn 40 ára royndum sameinir Rainbow vakurt snið, góðsku og komfort — perfekt til stóra dagin.
Og sum nakað heilt serligt hava allir skógvarnir “something blue” 💙

Vit hava í løtuni eitt minni úrval, men fleiri skógvar og snið eru ávegis.

Ymisk snið fáast í støddum frá 35–43.

24/05/2026
So er klárt til tykkum sum ynskja at passa brúðarkjóla í juni. :)Vit síggjast 😍
24/05/2026

So er klárt til tykkum sum ynskja at passa brúðarkjóla í juni. :)
Vit síggjast 😍

Manglar tú konfirmatiónskjólan til í heyst?😍í viku 22 koma nýggjastu kjólarnir frá Brudedesign-konfirmationskjoler heim....
19/05/2026

Manglar tú konfirmatiónskjólan til í heyst?😍

í viku 22 koma nýggjastu kjólarnir frá Brudedesign-konfirmationskjoler heim. 🌸

Vit hava sjálvi samansett teir vakrastu kjólarnir, og er tað avgjørt vert at koma í Brúðarlín at finna júst rætta kjólan til tín.

Eisini ber til at gera broytingar eftir ynski, ella samanseta sum tit sjálvi ynskja.

Einasta treyt, fyri at kunna ogna sær ein konfirmatiónskjóla eftir egnum ynski, er at tú bíleggur áðrenn freistina 10. juli 2025. ✅

Kom inn á gólvið
30. mai 2025 millum kl.10:00-15:00
Tá er konfirmatiónsdagur í Brúðarlín 🤩🥰

Handilin er eisini opin, mikudagar millum kl. 14:00 og 17:30.

Vit rudda út í framvísingarskógvunum. 👠👡🤩Ert tu so heppin at mangla einar sovornar, skriva til okkum. :)(Allir skogvar e...
15/05/2026

Vit rudda út í framvísingarskógvunum. 👠👡🤩
Ert tu so heppin at mangla einar sovornar, skriva til okkum. :)

(Allir skogvar eru i gódum standi, men hava stadid frammi og onkrir hava verid passaðar inni hjá okkum)

Hesin sera vakri Lilly Passion, kjólin er nú eisini at finna í Brúðarlín 😍So um tú ert til "off shoulder ermar" so er he...
15/05/2026

Hesin sera vakri Lilly Passion, kjólin er nú eisini at finna í Brúðarlín 😍
So um tú ert til "off shoulder ermar" so er hesin kanska nakað fyri teg.

Hesin vakri kjólin er at finna í Brúðarlín. 🌸😍
11/05/2026

Hesin vakri kjólin er at finna í Brúðarlín. 🌸😍

Vit elska at vísa tykkum tá vit hava fingið nýggjar kjólar. 😍👰‍♀️Hetta er enn ein sum er at finna í Brúðarlín  🌸
11/05/2026

Vit elska at vísa tykkum tá vit hava fingið nýggjar kjólar. 😍👰‍♀️
Hetta er enn ein sum er at finna í Brúðarlín 🌸

✨ KONFIRMATIÓNSDAGUR Í BRÚÐARLÍN ✨Leygardagin 30. mai 2025 kl.10-15 bjóða vit tær til ein serligan konfirmatiónsdag í ha...
08/05/2026

✨ KONFIRMATIÓNSDAGUR Í BRÚÐARLÍN ✨

Leygardagin 30. mai 2025 kl.10-15 bjóða vit tær til ein serligan konfirmatiónsdag í handlinum 💫💖

Kom inn og finn kjólan til stóra dagin. Vit hava eitt breitt úrval av vøkrum kjólum í nógvum ymiskum sniðum og støddum 🤍

Hendan dagin kanst tú:
✨ síggja nýggjastu kjólarnar
✨ royna teir, tær dámar best
✨ fáa hjálp og vegleiðing
✨ bíleggja tín dreymakjóla í góðari tíð

Vit gleða okkum at hjálpa tær, at finna júst tann rætta kjólan til ein dag, tú altíð fert at minnast 🌸

📍 Brúðarlín
📅 30. mai 2025

Tak vinkonuna, mammuna ella ommuna við, og kom inn til ein hugnaligan dag, fyltan við íblástri

Ynskir tú tyll og 3D blómur fram um satin, so er hesin vakri kjólin frá Justin Alexander kanska nakað fyri teg. Lættur o...
02/05/2026

Ynskir tú tyll og 3D blómur fram um satin, so er hesin vakri kjólin frá Justin Alexander kanska nakað fyri teg. Lættur og ævintýrligur tyllkjóli við fínum blondum og bleytum romantiskum 3D blómum ✨

Adresse

Magnus Heinasonargøta 15
Tórshavn
100

Telefon

+298918818

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Brúðarlín sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Brúðarlín:

Del