17/11/2021
Ho ho hov!
Tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Bárði á Steig Nielsen, at jólaborðhaldini ikki skuldu verða avlýst.
Vit kunngera tí eini gleðiboð, sum skulu vera fyri øll jólaborðhald í Føroyum.
Leikbólkurin Fják bjóðar seg fram at gera undirhald til jólaborðhaldini hesi jólini.
Ein jólafrokostur er ein pausa frá pressinum, sum vit øll føla í jólatíðini
– alt skal síggja gott út, gávurnar skulu vera dýrar, og alt skal vera so huuugnaligt.
Vit vilja av tí sama bjóða tykkum eina pausu, har vit saman kunnu flenna eftir tí vanliga føroyinginum, sum roynir at skipa fyri tey perfektu jólini.
Katrin, Edvin og Bjørk stóðu síðst á palli saman til vælumtóktu Ólavsøkukabarettina 2021. Leikbólkurin hevur nú skrivað jólatilfar, sum vit gleða okkum at framføra til tykkara jólaborðhald.
Skriva beinleiðis á facebook síðuna hjá leikbólkinum og bóka leikbólkin til títt ella tykkara jólaborðahald. Har svara vit eisini fegin spurningar um dato og prís.
Gleðilig jól.