Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands

Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands Venue for contemporary Nordic art and culture: concerts, exhibitions, films, theatre, dance, literature events, etc. It challenges us, impresses us, excites us.

The café serves homemade, organic, and healthy food. KJAK
Vælkomin at viðmerkja :-) Gev gætur, at roknað verður við, at allar viðmerkingar eru siðiligar og kunnu vera partur í einari sunnari og góðari kjakmentan. Viðmerkingar, ið hinvegin vera mettar at flyta kjakið burtur frá tí, ið kjakast verður um, viðmerkingar við ljótum og niðrandi orðum, við hatskum orðingum, fordøming og álopi á ávísar per

sónar, verða strikaðar. NORÐURLANDAHÚSIÐ - THE NORDIC HOUSE
Art helps us learn about ourselves, learn about each other, and learn about the world. It brings us together and gives us identity and new perspectives on life. The Nordic House is a cultural institution operated by the Nordic Council of Ministers. Our primary remit as an open and vibrant cultural venue is to showcase Nordic art and culture in the Faroe Islands and to raise awareness about Faroese art and culture across the Nordic region. In The Nordic House, you can experience a wealth of music, literature, visual and performance art, and movies, but the house is in itself well worth a visit. Ola Steen from Norway and Kollbrún Ragnarsdóttir from Iceland truly designed an architectural gem that combines modern architecture and old Nordic traditions. It opened in 1983. On our webpage, you can find the busy event calendar in Faroese, English, and Scandinavian language. 🇫🇴 🇬🇧 🇩🇰 🇸🇪 🇳🇴 www.nlh.fo

We hope to see you in The Nordic House :-)

MENTANARNÁTTIN 2026: Felags máltíðØll eru vælkomin at seta seg við langborðið á Mentanarnáttini.Kom framvið millum kl. 1...
03/06/2026

MENTANARNÁTTIN 2026: Felags máltíð

Øll eru vælkomin at seta seg við langborðið á Mentanarnáttini.

Kom framvið millum kl. 12.00 og 18.00, tá ið tað passar tær, og njót góðan, heimagjørdan mat einsamøll/einsamallur ella saman við familju og vinum. Børn í øllum aldrum eru hjartaliga vælkomin 💛

Matskrá:
🍝 Pasta við kjøtsós: Børn: 65 kr. Vaksin: 125 kr.
🍲 Fiskasúpan: Børn 65 kr. Vaksin: 125 kr.
🍩 Kanelsnigil: 35 kr.
🍫 Sjokulátumousse: 55 kr.

Til ber eisini at tekna, spæla spøl og borðtennis 🏓🖍️🃏

Vit síggjast!

Mentanarnáttin 2026

Temadagur um ADHD 🧠Hvussu skilja vit í roynd og veru ADHD í dag? Sálarfrøðingarnir Gitte Klein og Suni Poulsen bjóða inn...
01/06/2026

Temadagur um ADHD 🧠

Hvussu skilja vit í roynd og veru ADHD í dag? Sálarfrøðingarnir Gitte Klein og Suni Poulsen bjóða inn til temadag og samrøðu um ADHD.

Tú kanst m.a. hoyra framløgur frá bretska psykiataranum Sami Timimi og føroyskum fakfólkum og myndugleikum.

Les meira her 👇

Temadagur um ADHD

29/05/2026
Fyrireikingar áðrenn útgávukonsertina  – The More You Know Í kvøld kl 20. Enn fáast atgongumerki
29/05/2026

Fyrireikingar áðrenn útgávukonsertina – The More You Know Í kvøld kl 20. Enn fáast atgongumerki

🧘‍♀️ Yoga og morgunmat frá Titu ☕Ein leygarmorgun við bleytum yogarørslum og síðani einum góðum morgunmati – tað ber ill...
28/05/2026

🧘‍♀️ Yoga og morgunmat frá Titu ☕

Ein leygarmorgun við bleytum yogarørslum og síðani einum góðum morgunmati – tað ber illa til at ímynda sær eina betri byrjan upp á vikuskiftið.

🕘 30. mai kl. 9.00-11.00

Keyp atgongumerki 👇

TITA - Matstaðið í Norðurlandahúsinum

Tita skipar fyri yogaløtu við bleytum rørslum og einum góðum morgunmati aftaná

Venjing áðrenn døgurðakonsertina ídag(27.05) kl.12.15 við íslendsku Hlín Leifsdóttir og Eva Þyrí Hilmarsdóttir- temaið e...
27/05/2026

Venjing áðrenn døgurðakonsertina ídag(27.05) kl.12.15 við íslendsku Hlín Leifsdóttir og Eva Þyrí Hilmarsdóttir- temaið er klassiskir norðurlendskir sangir.
Kom og njót eina ókeypis konsert í døgurðatíðini – til ber at keypa mat og drekka í matstaðnum Tita.

Ókeypis atgongd.

📣 OPEN CALL: Vilt tú luttaka á demokratifestivali fyri børn?Vit søkja listafólk, feløg, námsfrøðingar, mentanararbeiðara...
26/05/2026

📣 OPEN CALL: Vilt tú luttaka á demokratifestivali fyri børn?

Vit søkja listafólk, feløg, námsfrøðingar, mentanararbeiðarar og onnur, sum vilja vera við til at skipa fyri demokratifestivali fyri børn (6-13 ár) 24.–28. februar 2027.

Tað kann t.d. vera við verkstovum, framførslum, tónleiki, installatiónum ella verkætlanum, har børn skapa sítt egna úttrykk.

Lyklaorð eru: fólkaræði, felagsskapur, luttøka og ávirkan hjá børnum.

⏳ Umsóknarfreist: 1. juli.

Hevur tú áhuga í hesum? Les meira her 👇

Norðurlandahúsið í Føroyum bjóðar listafólki, skapandi fólki, námsfrøðingum, felagsskapum og eldsálum, ið arbeiða við mentan í Norðurlondum at koma vi...

Marianna Winter útgevur sína fyrstu heildarútgávu 🎶✨Hon lýsir verkið sum eitt soundtrack til sín uppvøkstur og til øll t...
26/05/2026

Marianna Winter útgevur sína fyrstu heildarútgávu 🎶✨

Hon lýsir verkið sum eitt soundtrack til sín uppvøkstur og til øll tey, ið kenna seg mitt ímillum tað, tey vóru, og tað, tey eru um at gerast.

Ver við til at hátíðarhalda plátuna The More You Know, tá Marianna hevur útgávukonsert saman við bólki og gestaframførarum

👉 29. mai kl. 20.00.

Útgávukonsert – The More You Know

Íslendski sopranurin Hlín Leifsdóttir 🇮🇸 hevur konsert í Føroyum á fyrsta sinni. Gleð teg til klassiskar, norðurlendskar...
24/05/2026

Íslendski sopranurin Hlín Leifsdóttir 🇮🇸 hevur konsert í Føroyum á fyrsta sinni. Gleð teg til klassiskar, norðurlendskar sangir og verk eftir Sunleif Rasmussen, Jean Sibelius, Edvard Grieg og Jón Leifs.

Konsertin er ókeypis. Matur og drekka fæst til keyps undir konsertini.

⏰ Konsert 27. mai kl. 12.15.

Ókeypis atgongd

Adresse

Norðari Ringvegur
Tórshavn
100

Telefon

+298351351

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del