11/06/2026
Góðu fjepparar! 👏🏻
Vit uppliva í løtuni sera nógvar uppringingar og teldupostar í sambandi við HM. Vit røkka tíanverri ikki at svara øllum. 📞📩
Vit arbeiða av øllum alvi við at finna eina góða loysn saman við tykkum fjepparum. Tað týdningarmesta fyri okkum er, at spælararnir fáa so nógvan stuðul sum gjørligt, og at so nógvir føroyingar sum gjørligt koma til Týsklands. 🤾🇩🇪
Tí viðmæla vit fyribils føroyingum at keypa dystaratgongumerki á netinum 🎟️, meðan vit arbeiða víðari við eini møguligari pakkaferð.
Haldið okkum til góðar, um vit ikki fáa svarað øllum, ið ringja og skriva í løtuni. Vit venda aftur við kunning sum skjótast. ‼️
Takk fyri tolsemið og stóra áhugan. ❤️