Listastovan

Rutevejledning Website Kontakt virksomheden

Listastovan Mentanarhús í Vágum Listastovan er eitt mentanarhús í Vágum.

Bygningurin húsar kvøldskúla í málningalist, atelier hjá listafólki, umframt at virka sum konserthøll, og høli til skeið og fyrilestrar. Listastovan vann eina FMA - Faroese Music Award fyri Ársins átak 2017, fyri at fyriskipa konsertir við tí endamáli at menna tónleikara- og konsert mentanina í Vágum.

Kvøldskúlaskeið í ljóðtøkni í Listastovuni 🎤Vit hava nógv dugnalig ljóðfólk í Føroyum, men talið av konsertum og tiltøku...
03/10/2026

Kvøldskúlaskeið í ljóðtøkni í Listastovuni 🎤

Vit hava nógv dugnalig ljóðfólk í Føroyum, men talið av konsertum og tiltøkum er økt nógv seinastu árini, og tí er stórur eftirspurningur ljóðfólkum.

Hvussu fært tú eitt ljóðføri ella eina rødd at ljóða væl í hátalarunum? Og hvussu brúkar tú mikrofonir, miksipult og aðra ljóðútgerð á rættan hátt?

Kvøldskúlin í Vága kommunu skipar fyri skeiði í ljóðtøkni, og Hans Andor Johannesen undirvísir. Tú fært eina praktiska innleiðing í grundleggjandi ljóðtøkni: hvussu útgerðin verður sett upp, hvussu ljóð verður tikið upp og stýrt, og hvussu rødd og tónleikur koma greitt fram. Dentur verður lagdur á at royna útgerðina í verki.

Skeiðið hóskar bæði teimum, sum arbeiða við tónleiki og tiltøkum, og teimum, sum bara eru forvitin. Kanska er hetta fyrsta stigið til at gerast ein av framtíðarinnar ljóðfólkum?

📅 Mikudagin 28. oktober kl. 17–20
📅 Mikudagin 4. november kl. 17–20
📅 Leygardagin 7. november kl. 13–18
📍 Listastovan

400,00 KR.

Rútmubeiggjar tjóðstarta Spæl føroyskt vikuna í ListastovuniNýggjur bólkur við nøkrum av okkara fremstu tónleikarum spæl...
01/10/2026

Rútmubeiggjar tjóðstarta Spæl føroyskt vikuna í Listastovuni

Nýggjur bólkur við nøkrum av okkara fremstu tónleikarum spælir nýskrivaðan tónleik við íblástri úr funk-tónleikinum frá 1960- og 70-árunum.

Leygarkvøldið 3. oktober fyllist Listastovan við orku, groove og improvisatión, tá Rútmubeiggjar koma vestur við nýskrivaðum tónleiki.

Tað eru tónleikasnillingarnir Kristian Pauli Ellefsen og Karl Andrias Stórá, sum hava tikið stig til bólkin og skrivað tónleikin saman. Við sær hava teir Ólav Gaard, Vinjar Egilsnes Petersen og Rógva á Rógvu, og saman mynda teir Rútmubeiggjar.

Tónleikurin hevur íblástur úr funk-tónleikinum frá 1960- og 70-árunum, og dentur verður lagdur á gott samanspæl, groove og improvisatión. Sostatt er lagt upp til eina livandi og vælsvingandi konsert í Listastovuni.

Rútmubeiggjar eru:
• Ólavur Gaard – gittar
• Kristian Pauli Ellefsen – tangentar
• Vinjar Egilsnes Petersen – tangentar
• Rógvi á Rógvu – trummur
• Karl Andrias Stórá – bass

Leygarkvøldið 3. oktober kl. 21.00 – dyrnar lata upp kl. 20.30.
Atgongumerki: https://listastovan.atgongumerki.fo/

28/09/2026

👑 Hvør er kongur her?

Hósdagin 8. oktober kl. 16.30 fáa vit vitjan í Listastovuni! Búi Sibidibidib og Dánjal Kagadingding – ella er tað kanska Lear kongur? – frá Ævintýraferðini framføra King Lear eftir Shakespeare.

Tað er als ikki lætt at fáa skil á Kagadingding, og Sibidibidib hevur fingið eina stóra uppgávu. Men við hjálp frá tykkum fer tað kanska at eydnast!

King Lear er fyri børn frá 5 ár og vaksin.

https://listastovan.atgongumerki.fo/

Ein masterclass konsert við Vinjar í kvøld 18. september 2026.
19/09/2026

Ein masterclass konsert við Vinjar í kvøld 18. september 2026.

HEYSTI BJÓÐAR EINA LANGA RØÐ AV TILTØKUM Í LISTASTOVUNIÍ heyst bjóðar Listastovan til eina sera fjølbroytta heystskrá, h...
17/09/2026

HEYSTI BJÓÐAR EINA LANGA RØÐ AV TILTØKUM Í LISTASTOVUNI

Í heyst bjóðar Listastovan til eina sera fjølbroytta heystskrá, har tónleikur, sjónleikur og vísindi skifta um at fylla salin. Á skránni er alt frá kendum andlitum til nýggj nøvn, tveir sjónleikir og stroymdir fyrilestrar í náttúruvísind beinleiðis frá Aarhus Universitet.

Heystskráin byrjar longu fríggjadagin 18. september, tá Vinjar Egilsnes Petersen, sum vit kenna væl í Listastovuni bæði á palli og handan ljóðpultin, hesa ferð sjálvur stígur fram saman við nøkrum av landsins bestu tónleikarum og bjóðar inn í sín nýggja tónleikaheim, har bleytfølin fólkatónleikur møtir norðurlendskum jazz. Fáar dagar seinni, 28. september, verður kongalig vitjan tá sjónleikurin King Lear, ein ævintýrlig og familjuvinalig tulking av Shakespeare verður framførdur. Tað er ein snedig, syrgin og stuttlig Shakespeare-søga, sum Dánjal og Búi frá Ævintýraferðini framføra.

Oktober byrjar við orku og groove, tá Rútmubeiggjar koma vestur 3. oktober við nýskrivaðum tónleiki, við íblástri frá funk úr 1960- og 70-árunum. Bólkurin, stovnaður av Kristiani Paula Ellefsen og Karl Andrias Stórá, telur fimm vælspældir musikantar. Tveir dagar seinni, tann 6. oktober, tekur professari Peter Teglberg Madsen frá Aarhus Universitet áhoyrararnar við á veiðuferð eftir hvalum, har nýggj tøkni letur okkum sleppa tættari at lívinum hjá kaskelothvalum og marsvínum enn nakrantíð fyrr.

Tann 9. oktober verður dupultkonsert, tá danski bólkurin The Mukherjee Development, róstur av GAFFA sum "danska svarið upp á Coldplay, bara betri," og okkara egni LYON framføra. The Mukherjee Development spæla við filmiskari breidd og amerikanskum rótum, meðan LYON, við bólki, gevur eina ráari og inniligari framførslu, rótfest í føroyskari náttúru og amerikanskum blues.

Tann 14. oktober verður tað einkonuleikurin Gandakellingin úr Skúvoy, eftir Gunnvá Zachariasen og Riu Tórgarð, sum manar fram søguna um Sáru Malenu Guttormsdóttur, ið livdi frá 1832 til 1903 og sigst hava verið síðsta gandakellingin í Føroyum.

Fríggjakvøldið tann 16. oktober bjóðar Eyði Horsdal við bólki til eina nærverandi og hugnaliga konsert við nýggjum tilfari í fólksligum og sangbærum stíli, við tónleikarum úr Føroyum, Írlandi og Póllandi. Fýra dagar seinni, tann 20. oktober, stroymir Aarhus Universitet fyrilesturin Skamtateldan, har professari Klaus Mølmer greiðir frá skamtafýsikki og skamtateldum.

Oktober endar við Dorthea Højgaard Dam, hvørs tónleikur, sum hon sjálv sigur, er beint í andlitið og erligur. Hetta er fyrsta heila konsertin hjá Dortheu við bólki í nógv ár.

November byrjar væl vísindaliga, tá trý vísindafólk tann 3. november greiða frá kaffiplantuni og hvat vísindin í roynd og veru siga um heilsu og kaffi. Leygarkvøldið tann 7. november kemur Heðin Ziska Davidsen við tónleikinum úr dansiverkinum Riva – Kanska ein bygd. Verkið kannar minni og sambond til fólk, sum ikki longur eru okkara millum. Tónleikurin verður útgivin á dupult plátu fáar dagar undan konsertini.

Tann 17. november er tað seinasti av heystins fýra fyrilestrum frá Aarhus Universitet, tá seniorgranskari Annette Bruhn greiðir frá, hvussu tari kann koma at verða ein lykil í loysnini á heimsins veðurlags-, matvøru- og lívmargfeldiskreppum.

Heystskráin endar tann 21. november, tá Elinborg, nýliga heiðraða sum Ársins tónaskald á Faroese Music Awards 2026, vitjar í Listastovuni við eini inniligari útgávu av síni nógv róstu heildarútgávu Í Ævir, endurtulkað í einum einfaldari og akustiskum hami saman við trimum øðrum dugnaligum tónleikarum.

Øll tiltøkini liggja her á facebook síðuni. Atgongumerki til konsertir og sjónleikir kunnu keypast á www.atgongumerki.fo. Fyrilestrarnir eru ókeypis.

Fríggjakvøldið 18. september kl 21.00 í Listastovuni.Vit kenna Vinjar væl. Í nógv ár hevur hann verið ein týðandi partur...
16/09/2026

Fríggjakvøldið 18. september kl 21.00 í Listastovuni.

Vit kenna Vinjar væl. Í nógv ár hevur hann verið ein týðandi partur av føroyska tónleikapallinum, og í Listastovuni hava vit hoyrt hann spæla við einum hópi av tónleikarum og tónlistarligum verkætlanum. Ofta hevur hann eisini sitið hinumegin pallin, handan ljóðpultin, og syrgt fyri, at tónleikurin úr hátalarunum hevur fylt rúmið.

Hesa ferð stígur Vinjar sjálvur fram á pallin og bjóðar áhoyrarunum inn í sín nýggja tónleikaheim við egnum kompositiónum.

Við nýggja solotilfarinum vísir hann eina nýggja síðu av sær sjálvum, har hann sjangrar saman eitt hugvekjandi eksperiment við bleytfølnum fólkatónleiki og núlivandi norðurlendskum jazzi.

Manningin er:
• Vinjar E. Petersen – klaver
• Torleik Mortensen – kontrabass
• Per I. Højgaard Petersen – trummur
• Johan Hentze – flugelhorn
• Moritz Christiansen – saksofon

EN
We know Vinjar well. For many years, he has been an important part of the Faroese music scene, and at Listastovan we have heard him perform with a wide range of musicians and musical projects. He has also often been on the other side of the stage, behind the mixing desk, making sure the music coming through the speakers fills the room.

This time, Vinjar steps into the spotlight himself, inviting the audience into his new musical world through his own compositions.

With his new solo material, he reveals a new side of himself, blending soft, sensitive folk music with experimental elements and contemporary Nordic jazz.

The band:
• Vinjar E. Petersen – piano
• Torleik Mortensen – double bass
• Per I. Højgaard Petersen – drums
• Johan Hentze – flugelhorn
• Moritz Christiansen – saxophone

Friday, October 18th at 21.00.

Spælimenninir í Listastovuni 4. september 2026
04/09/2026

Spælimenninir í Listastovuni 4. september 2026

Vit gleða okkum til 19. juni tá Hans Andrias aftur verður at hoyra í Listastovuni.Hevur tú ikki sæð hann live enn, so er...
24/05/2026

Vit gleða okkum til 19. juni tá Hans Andrias aftur verður at hoyra í Listastovuni.

Hevur tú ikki sæð hann live enn, so er tað uppá tíðina. Møguleikin verður har fríggjakvøldið 19. juni kl. 21.00. Tryggja tær atgongumerki her: listastovan.atgongumerki.fo

Hans Andrias er alt annað enn bakgrundstónleikur. Hetta er tónleikur sum fer beint inn. Ein fantastisk rødd, sum bæði er hørð og mjúk. Og so hevur hann eina heilt serliga nærveru, har tú verður sogin inn í hansara univers.

Tað er ein nærvera, sum eisini er væl kend í Listastovuni. Har hevur Hans Andrias áður sett sín dám á pallin – fyrstu ferð í 2017 í sambandi við FMA-veitslu, og aftur til minniligu konsertina, sum upphiting fyri Ásgeir, í 2024. Hetta eru konsertir, sum hava víst, hvussu væl hansara tónleikur riggar júst í hesum tætta og intima salinum.

Tá Hans Andrias vann Sement 2025, var eingin ivi. Dómararnir vóru samdir um, at hann hevði eina fantastiska rødd og framførslu á altjóða støði. Tónleikurin er myrkur, kensluborin og spennandi. Løgini eru vælskrivaði, innilig og ein góð blanding fólkatónleiki og amerikana rokki.

Nú vitjar hann aftur í Listastovuni – hesaferð við sínum egna setti í miðdeplinum. Her er eingin fjarstøða – bara tónleikur og nærvera.

Hetta verður ein av teimum konsertunum, sum fólk fara at tosa um langt aftaná, at hon er liðug.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Tónleikur Hans Andrias í Listastovuni Fyriskipari Listastovan Listastovan [email protected] +298 267549 www.facebook.com/listastovan V-tal: 659045 Staður Listastovan //English below//Hans Andrias í ListastovuniHevur tú ikki sæð hann live enn, so er tað uppá tíðina. Møguleikin verður ha...

Myndir frá konsertini við Marionnu Winter fríggjakvøldið 22. mai.
23/05/2026

Myndir frá konsertini við Marionnu Winter fríggjakvøldið 22. mai.

Soleiðis, nú er feilurin hjá Nets funnin, og tað skuldi aftur verið møguligt at keypt atgongumerki á netinum.listastovan...
21/05/2026

Soleiðis, nú er feilurin hjá Nets funnin, og tað skuldi aftur verið møguligt at keypt atgongumerki á netinum.

listastovan.atgongumerki.fo

BEINT ÚR LONDON TIL MIÐVÁGS

Síðsta vikuskifti spældi hon á stóra bransjufestivalinum The Great Escape í Brighton í Onglandi og týskvøldið mitt í pulserandi býarpartinum Hoxton í London, men fríggjakvøldið kemur Marianna Winter aftur at framføra í Listastovuni við debut-heildarútgávu síni, sum hon hevur skrivað og framleitt saman við Ragnari Finsson.

Marianna byrjaði sína tónleikaligu ferð tíðliga. Hon er fødd undir heitu kalifornisku sólini og uppvaksin í ótamda vakurleikanum í Føroyum. Hetta legði grundarlagið undir einum ljóði, eins fjølbroyttum og uppvøkstur hennara, sum streykir yvir vindføstu føroysku landsløgini og kreativa surrið í West Hollywood.

Samanrenningin av beiskari føroyskari panorama og livandi kalifornisku orkuni gjøgnumsúrgar hennara sjangrublandaða tónleik; eina symfoni av alternative-pop, indie rock og soul.

Frá klaverundirvísing og talentkappingum í barndóminum til listarligu ávirkanina frá gubbanum, Alex Van Halen, rennur tónleikur og list í æðrum hennara. Ættarbondini í Miðvági leiða eisini til tónleikin. Eins og tónlistarligu ávirkanirnar hava verið stórar í familju hennara, var langomma hennara eisini listarlig og framførdi sum sjónleikarinna, bæði í filmi og á Det Kongelige Teater.

Hon hevur verið aktiv á tónleikapallinum síðani 2016 og hevur givið út tónleik síðani 2019.

Nýggju stakløgini hjá Marionnu ljóðaðu í 2023 á altjóða spælilistum og útvarpsstøðum. Harafturat hevur hon framført á altjóða bransjufestivalum: The Great Escape (UK), UHØRT (DK) og Iceland Airwaves (IS), umframt G! Festivalinum (FO).

Fríggjakvøldið 22. mai kl. 21.00 kemur hon við sínum sterka bólki, har allir eru tónlistarligir kongar á sínum øki: Ragnar Finsson (gittar, sang), Hjørtur Pætursson Háberg (trummur, sang), Árni Jóhanneson (bass, sang), Kristian Pauli Ellefsen (synth) og Vinjar E. Petersen (synth/keys).

listastovan.atgongumerki.fo

Adresse

Gummaldagøta 2
Miðvágur
370

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Listastovan offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Listastovan:

Genveje

Del