Bindifestivalurin í Fuglafirði

Bindifestivalurin í Fuglafirði Á bindifestivalinum verður sjóneykan bæði sett á okkara siðbundnu bindimentan og á nýggjar FØ - DK - ENGLISH

FØ.: Set tær kross í álmannakkan 20. - 22.

apríl 2023, tí tá verður Bindifestivalur aftur í Fuglafirði.

------
DK.: Sæt et kryds i din kalender den 20. - 22. April 2023 , fordi da er der Strikkefestival igen i Fuglafjord

------

ENG.: The Knitting Festival 2023 is going to be on Thursday 20th, Friday the 21st and Saturday the 22nd of April. See you i Fuglafjord.


-------

VÆLKOMIN til hugnaløtuna “Farvæl og takk”, sum verður í Mentanarhúsinum  í dag frá kl 17 - 18.
18/04/2026

VÆLKOMIN
til hugnaløtuna “Farvæl og takk”, sum verður í Mentanarhúsinum í dag frá kl 17 - 18.

Fyrsti dagur á bindifestivalinum 🧶Eg kenni meg eitt sindur ríkari. Ikki í pengum (tíverri 😅), men ríkaða við íblástri, s...
17/04/2026

Fyrsti dagur á bindifestivalinum 🧶

Eg kenni meg eitt sindur ríkari. Ikki í pengum (tíverri 😅), men ríkaða við íblástri, søgum og felagsskapi.

Vit hava lurtað eftir áhugaverdum fyrilestrum, gingið millum vøkur hús og hugt at teimum smáu detaljunum, sum gera staðið til nakað heilt serligt. Og allastaðni sært tú fólk sita við stokkum 🤩

Serliga spennandi var at práta við ein bindiklubba, sum hevur 50 ár á baki. 50 ár!! 50 ár av práti, lívi, stokkaløtum, vinkonuløtum og ferðum. At práta við tær og at hoyra tær tosa saman gav mær eina stóra kenslu av virðing fyri binding sum bindilið ímillum fólk. Tað setur tingini eitt sindur í perspektiv, hvussu nógv virði hetta einfalda ítrivi faktiskt hevur og hvussu stóra ávirkan tað kann hava uppá tey vit vera bundin saman við, fyri lívið. Fleiri teirra eru nú einkjur og er samanhaldið í bindiklubbanum dýrabært fyri tær.

Hetta minnir meg á, at binding ikki bara er eygu og tógv. Tað er samband. Millum fólk, millum ættarlið og kanska eisini eitt sindur til okkum sjálvi ❤️

Áminning til í morgin:
Tak tær tíð at skapa okkurt. Ikki tí at tú skalt skapa eitt úrslit ella blíva liðug, men tí tað ger okkurt gott við teg.

Dagur 2, eg eri klár ❤️🧶





15/04/2026

‼️Fá atgongumerkir eru eftir til okkara veitslu fríggjakvøldið‼️

Kom við 🤩👏🏻

www.bindifestival.com

SO HENDIR TAÐBindifestivalurin letur dyrnar upp hósmorgunin 16. apríl kl. 8Brævbjálvan, við tínari bílegging, fært tú vi...
13/04/2026

SO HENDIR TAÐ
Bindifestivalurin letur dyrnar upp hósmorgunin 16. apríl kl. 8

Brævbjálvan, við tínari bílegging, fært tú við kunningardiskin, tá tú kemur.

Til ber eisini at keypa atgongd til einstakt tiltak 1 t áðrenn - við kunningardiskin í Mentanarhúsinum.

_______________
Hvør dagur brýtur frá øðrum og hevur ymisk “onnur tiltøk” at bjóða.
Uttandura verður tú leidd runt í býnum millum standmyndir og veggjaprýði, - og fært frásøgu um halgidómar. - Ella kom út um bøgarðarnar at lurta eftir tínum egnu tonkum.
Vilt tú hava pulsin eitt sindur upp, kanst tú royna trapputúrin, burtur frá ferðsluni, oman og niðan sniðgøtur og trappur. Ella hví ikki loypa á sjógv og gleðast um, at hitarúmið bíðar tær?
Hevur tú eina løtu, kunnu kafeirnar forkela teg við kaffi og søtum. - Spennandi verður, hvørjar sterkar og dugnaligar kvinnur eru við í sofaprátinum.
Hæddarpunktið er veitslan fríggjakvøldið, tá bæði matgleðin og tað góða huglagið renna saman í eina hægri eind.
____________________
Vit síggjast á BINDIFESTIVALINUM í Fuglafirði 2026
VÆLKOMIN

ps. Frá mánadegnum 13. apríl er søla bara um tlf 744720 og tlf 584473.

12/04/2026

Fyrireikan av verkstovu á Bindifestivalinum 🧶

BINDIFESTIVALURIN 🧶🧶🧶... náttúruna í stokkarnar 🇫🇴🧐Maiken sigur, at hon hevur gingið nógv í fjøllunum, og er tað serliga...
12/04/2026

BINDIFESTIVALURIN 🧶🧶🧶... náttúruna í stokkarnar 🇫🇴🧐
Maiken sigur, at hon hevur gingið nógv í fjøllunum, og er tað serligani har, eg fái mín íblástur, litsamansetingar og kreativu hugskot.

BINDIFESTIVALURIN 🧶🧶🧶....Rudda upp í restunum 🥰 hetta er eitt gott høvi 🤗Atgongumerki  fáast til keyps við Kunningardisk...
12/04/2026

BINDIFESTIVALURIN 🧶🧶🧶....Rudda upp í restunum 🥰 hetta er eitt gott høvi 🤗

Atgongumerki fáast til keyps við Kunningardiskin frá hósmorgunin kl 8

BINDIFESTIVALURIN 🧶🧶🧶... ein góðan bita á BINDIFESTIVALINUM er ein sjávfylgja 🥰Tey við armbandi hava goldið :) VÆLKOMIN ...
12/04/2026

BINDIFESTIVALURIN 🧶🧶🧶... ein góðan bita á BINDIFESTIVALINUM er ein sjávfylgja 🥰

Tey við armbandi hava goldið :) VÆLKOMIN

Keypast kann til EINSTAKAN frokost við kunningardiskin í Mentanarhúsinum :) VÆLKOMIN

BINDIFESTIVALURIN í Fuglafirði 🧶🧶🧶🧶...hevur tú kunnað teg um fyrilestraskránna 🧐Armband er galdandi til fyrilestrar.Keyp...
12/04/2026

BINDIFESTIVALURIN í Fuglafirði 🧶🧶🧶🧶...hevur tú kunnað teg um fyrilestraskránna 🧐

Armband er galdandi til fyrilestrar.

Keypast kann til EINSTAKAN fyrilestur við kunningardiskin í Mentanarhúsinum sama dag.

Adresse

Fuglafjørður

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Bindifestivalurin í Fuglafirði sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Bindifestivalurin í Fuglafirði:

Del