Føroyahúsið

Føroyahúsið Bert hugflogið setur mørk. Føroyahúsið skipar m.a. fyri veitslum, fyrilestrum, konsertum, mentanarkvøldum og ymiskum barnatiltøkum.

Kaffistovan er opin hvønn mánadag og fríggjadag frá kl. 13:00 - 17:00

Títt hugskot kann gerast næsta tiltak í Føroyahúsinum

Øll hugskot til virksemi í húsinum eru hjartaliga vælkomin. Føroyahúsið er eitt mentanarhús í Keypmannahavn, sum hevur til endamáls at miðla føroyska mentan og vera eitt samkomu- og tilhaldsstað fyri føroyingar og onnur, ið hava áhuga fyri føroyskari mentan og andaligum lívi. Føroyahúsið er karmur um nógv fjøllbroytt virksemi. Í húsinum er millum annað sosialráðgeving, føroyskt kór, føroyskur barnaskúli, føroyskur dansibólkur og eisini hevur MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, kontór í húsinum. Tríggjar ferðir um mánaðan er hugnakvøld við døgverða, har undirhaldið ofta er omaná. Ovasti myndugleiki fyri Føroyahúsið er umboðsráðið, ið er skipað sambært galdandi reglugerð stovnsins. Ein starvsnevnd við fimm limum umsitur dagliga raksturin av húsinum. Landsstýrið setur tveir limir, kvinnufelagið velur ein lim og umboðsráðið velur tveir limir til starvsnevndina. Føroyahúsið hevur ein dagligan leiðara, ið verður settur av starvsnevndini, sum eisini ger starvssáttmálan. Stovnurin fær árliga stuðulsjáttan frá landsstýrinum, men fær eisini gávur og ískoyti frá fólki og stovnum, ið hava áhuga fyri virksemi stovnsins. Á hvørjum ári verður ársfrágreiðing og roknskapur sendur mentamálaráðnum.

MARTIN FJALLSTEIN ÁTTATIMartin Fjallstein var í mong ár leiðari í Føroyahúsinum.Hann legði orku og sál í at Føroyahúsið ...
08/10/2026

MARTIN FJALLSTEIN ÁTTATI

Martin Fjallstein var í mong ár leiðari í Føroyahúsinum.
Hann legði orku og sál í at Føroyahúsið var eitt livandi mentanarhús og savningarstað í Keypmannahavn.
Mong minnast enn tíðina, tá Martin var so at siga ímyndin av Føroyahúsinum og hansara alsk til húsið og fólkið.
Martin hevur eisini síðani altíð verið beinasamur og góður at heita á.

Vit ynskja Martini hjartaliga til lukku við teimum áttati og takka fyri stóra og týdningarmikla arbeið hansara føroyingum og føroyskari mentan at frama.

TEMAKVØLD HJÁ KVINNUFELAGNUM 30. OKTOBUR:FOSTURTØKA - HVAT NÚ?1. juli 2026 fingu vit eina nýggja fosturtøkulóg í Føroyum...
08/10/2026

TEMAKVØLD HJÁ KVINNUFELAGNUM 30. OKTOBUR:
FOSTURTØKA - HVAT NÚ?

1. juli 2026 fingu vit eina nýggja fosturtøkulóg í Føroyum.

Ein søguligur dagur – og eitt nýtt kapittul í søguni um rættin hjá kvinnum at velja sjálvar.
Men hvat merkir nýggja lógin í veruleikanum?
Og hvat kunnu vit læra av teimum kvinnum, sum hava staðið mitt í hesum veruleika?

30. oktobur bjóðar Kvinnufelagið til eitt hugvekjandi kvøld, har vit fáa vitjan av Turið Hermansdóttur, antropologi og Ph.d.
Turið hevur granskað fosturtøku og reproduktivar royndir hjá føroyskum kvinnum. Í síni ph.d.-gransking hevur hon m.a. kannað, hvussu føroyskar kvinnur uppliva og navigera í støðum, har fosturtøka kemur upp á tal – og hvussu tøgn, tabu, familja, samfelagið og møtið við heilsuskipanina kunnu ávirka tær.
Hvat sigur granskingin okkum?

Turið fer at taka okkum við inn í søgur og royndir hjá ymiskum ættarliðum og tosa um nøring, kynslív, ungdóm, familjulív, fosturtøku og tøgn.
Granskingin byggir m.a. á samrøður við 20 føroyskar kvinnur og etnografiskt feltarbeiði.

Vit fara m.a. at hoyra nakrar søgur frá hennara granskning sum lýsa:
• Hvussu kvinnur finna veg í fosturtøkuskipanini
• Tøgn og tabu kring fosturtøku
• Tvístøður og persónligar avgerðir
• Møtið við heilsuskipanina og samfelagið
• Og hvussu hugburður og veruleiki ikki altíð fylgjast

Turið hevur eisini verið við til at ritstjórna bókina Abort – grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv, har hon hevur skrivað greinina „Umvegis til abort – upplivingar og vónir fyri framman“.
Vit hava fingið nøkur eintøk til sølu.

Kom við til eitt kvøld, har vit lurta, læra, hugsa og tosa saman um eitt evni, sum hevur fylt nógv í føroyska samfelagnum – og sum nú er farið inn í eitt nýtt kapittul.

EIN NÝGGJ LÓG.
EIN NÝGGJUR VERULEIKI.
MEN HVAT NÚ?

Skrá fyri kvøldið:

17.30 Dyrnar lata upp
18.15 Vælkomst við forkvinnuni
18.30 Lekkur døguri, kaffi og dessert omaná
19.30 Fyrilestur við Turið Hermannsen

Aftaná eru spurningar og kjak og sum altíð góður felagsskapur

Vit gleða okkum at síggja tykkum! 🥂✨

KOSTNAÐUR
Limir: 275 kr.
Onnur: 375 kr.

Tekna teg: [email protected] seinast 15/10-2026

Flyt upphæddina á:
Danske Bank
Reg.nr.: 4190
Kontonr.: 1069608

MobilePay: 956941

PS: Minnst til at skriva navn á flytingina

Vinarliga
Nevndin í Kvinnufelagnum

Í HORSENS Í HEYSTFRÍTÍÐINI🇫🇴 FØROYSKT UNDIRHALD TIL FØROYSK BØRN - NÚ EISINI Í DANMARK “Det færøske trylleshow” 🪄 Ásbjør...
06/10/2026

Í HORSENS Í HEYSTFRÍTÍÐINI
🇫🇴 FØROYSKT UNDIRHALD TIL FØROYSK BØRN - NÚ EISINI Í DANMARK

“Det færøske trylleshow” 🪄
Ásbjørn Berthelsen og Rógvi Dam

📅 15. oktobur
⏰ Kl. 19:00
📍Horsens Ny Teater

MENTANARNÁTTIN / KULTURNATTEN Í FØROYAHÚSINUM, FRÍGGJADAGIN 9. OKTOBUR 2026//FO Aftur í ár bjóða vit øllum vælkomnum á g...
05/10/2026

MENTANARNÁTTIN / KULTURNATTEN Í FØROYAHÚSINUM, FRÍGGJADAGIN 9. OKTOBUR 2026

//FO

Aftur í ár bjóða vit øllum vælkomnum á gátt í Føroyahúsinum til eitt satt føroyskt mentanarkvøld í danska høvuðsstaðnum.
Kom og smakka leskiligan føroyskan mat úr sjónum, njót føroyskar konsertir, føroyskan dans, felagssang og tónleik.
Á loftinum sýna vit áhugaverdar føroyskar stuttfilmar

Ókeypis atgongd

SKRÁ:
17:00 Dyrnar lata upp og kaféin er opin alt kvøldið
18:00 Birgir Enni borðreiður við føroyskum mati - øllum góðum úr sjónum. Til keyps í kaféini
19:30 Konsert: Jónas Gaard & Sigrið
20:30 Konsert: Húsakórið
21:00 Føroyskur felagssangur
22:00 Føroyskur dansur við dansifelagnum Fótatraðk
23:00 Føroyskar landaplágur við DJ Peddaba

BIO:
Frá kl. 18:00 til 22:00 vísa vit føroysku stuttfilmarnar:
Sansa (2026) eftir Onnu Joensen-Næs
Ein Raskur Drongur (2025) eftir Mariann Sofiasdóttir
Tað er ikki synd í mær (2026) eftir Eir í Ólavsstovu

Filmarnir verða sýndir uttan íhald frá kl. 18:00 til 22:00

-------------------

//DK

Kulturnatten i Det Færøske Hus
Fredag 9. oktober 2026

Atter i år byder vi alle velkommen i Det Færøske Hus til en ægte færøsk kulturaften i den danske hovedstad.
Kom og smag på lækker færøsk mad fra havet, nyd færøske koncerter, færøsk dans, fællessang og musik.
På første sal viser vi interessante færøske kortfilm.

Gratis adgang

PROGRAM:
17:00 Dørene åbner og caféen er åben hele aftenen
18:00 Birgir Enni serverer færøsk mad – alt godt fra havet. Kan købes i caféen
19:30 Koncert: Jónas Gaard & Sigrið
20:30 Koncert: Húsakórið
21:00 Færøsk fællessang
22:00 Færøsk dans med danseforeningen Fótatraðk
23:00 Færøske landeplager med DJ Peddaba

KORTFILM:
Fra kl. 18:00 til 22:00 viser vi de færøske kortfilm:
Sansa (2026) af Anna Joensen-Næs
En Rask Dreng (2025) af Mariann Sofiasdóttir
Don't Feel Sorry For Me! (2026) af Eir í Ólavsstovu

Filmene vises uden pause fra kl. 18:00 til 22:00.

TÝSDAGSDØGURÐI - FREISTIN AT MELDA TIL ER Í DAG KL. 17:00 🇫🇴Í morgin, týsdagin 6. oktobur, kynda vit undir røstu grýtunu...
05/10/2026

TÝSDAGSDØGURÐI - FREISTIN AT MELDA TIL ER Í DAG KL. 17:00 🇫🇴

Í morgin, týsdagin 6. oktobur, kynda vit undir røstu grýtunum og borðreiða ræstan fisk frá Norðfra Danmark.
Eisini verður okkurt gott omaná og te & kaffi afturvið.

Kostnaður kr. 200,- fyri verðin.

Tekning á [email protected] ella send eini smsboð á +45 31174868 í seinasta lagi í dag, mánadag, 5. oktobur kl. 17:00

Dyrnar lata upp kl. 17.00 og farið verður til borðs kl. 18:00

Ver so hjartaliga vælkomin og vit gleða okkum at síggja teg og tíni 😊

LISTAFELAGIÐ: MARIUS OLSEN, FERNISERING 25. OKTOBURFøroyska Listafelagið í Danmark fegnast um at bjóða øllum til eina áh...
04/10/2026

LISTAFELAGIÐ: MARIUS OLSEN, FERNISERING 25. OKTOBUR

Føroyska Listafelagið í Danmark fegnast um at bjóða øllum til eina áhugaverda og spennandi fernisering í Føroyahúsinum, sunnudagin, 25. oktobur kl. 14:00 til 16:00

Listafelagið bjóðar eitt glas og listamaðurin, Marius Olsen, verður eisini sjálvur til staðar.
Øll eru vælkomin.

// FO
Marius Olsen er føroyskur grafikari, sum býr og arbeiðir bæði í Føroyum og í Finnlandi.
Hann meistrar tær siðbundnu grafisku prenttøknirnar, men seinastu árini hevur hann serliga arbeitt við steinlitografi. Hann hevur egið verkstað í Orivesi í Finnlandi og arbeiðir eisini av og á sum gestalistamaður á Steinprenti í Tórshavn.
Í verkum sínum bjóðar Marius Olsen áskoðaranum at steðga á og hyggja – at myndunum, men eisini at veruleikanum – við opnum eygum og nærveru.
Í djúptøknu lýsingum sínum av náttúruni og menniskjaligum royndum leitar hann inn at sjálvum kjarnanum í tilveruni. Eitt einsamalt menniskja. Eitt einsamalt træ. Hin ótamda náttúran, sum kemur til sjóndar í fjallinum, himmalinum, mánanum og havinum.
Viðhvørt síggjast symbolsk skap og tekin – tøl, mát og onnur eyðkenni. Tey varpa ljós á munin millum at síggja heimin gjøgnum tekin og tulkingar og at møta honum opið – júst sum hann er.
Tingini koma til sjóndar, júst sum tey eru, og orðini gerast næstan óneyðug.
Myndin hevur sítt egna mál – eitt mál, sum kann skiljast við at hyggja og vera til staðar. Vit kunnu leggja leitanina eftir einari ávísari merking frá okkum og í staðin lata okkum upp fyri tí, sum myndin gevur okkum at uppliva.

// DK
Marius Olsen er en færøsk grafiker, som bor og arbejder både på Færøerne og i Finland.
Han mestrer alle de traditionelle grafiske trykteknikker. I de senere år har han hovedsageligt arbejdet med stenlitografi. Han arbejder i sit eget værksted i Orivesi i Finland og lejlighedsvis som gæstekunstner hos Steinprent i Tórshavn på Færøerne.
Marius Olsen inviterer beskueren til at betragte sine billeder – og virkeligheden – med åbne øjne og et nærværende sind.
I sine dybtgående skildringer af naturen og den menneskelige erfaring udforsker han selve kernen i tilværelsen. Et ensomt træ eller et ensomt menneske. Den utæmmede natur i form af et bjerg, himlen, månen eller havet.
Indimellem optræder symbolske former som tal og andre måleenheder. De peger på forskellen mellem at betragte verden som tegn, der skal tydes, og at møde den åbent – som det, den er.
Tingene træder frem, præcis som de er, og efterlader kun lidt plads til ord.
Billedet har sit eget sprog, som kan forstås ved at se. Man kan holde op med at lede efter betydninger og i stedet tage imod det, der kan erfares gennem selve oplevelsen.
–

Minst til at fylgja Listafelagnum á Facebook og Instagram, har felagið javnan dagførir við kunning um listafólk, framsýningar og tiltøk:

www.facebook.com/profile.php?id=100093570135418

www.instagram.com/listafelagid_dk/

JÓLABASARUR 21. OG 22. NOVEMBUR Føroyahúsið verður aftur í ár karmur um vælumtókta jólabasarin.Jólabasarurin verður opin...
02/10/2026

JÓLABASARUR 21. OG 22. NOVEMBUR

Føroyahúsið verður aftur í ár karmur um vælumtókta jólabasarin.

Jólabasarurin verður opin:
Leygardagin, 21. novembur, kl. 12:00 - 16:00
Sunnudagin 22. novembur, kl. 12:00 - 16:00

Setið ein kross í kalendaran longu nú og komið og njótið serstaka dámin og so hugnaliga løtu í Føroyahúsinum hesar dagarnar seint í novembur 🌟

Ágóðin av søluni fer til vælgerandi endamál.

TÝSDAGSDØGURÐI 🇫🇴Týsdagin 6. oktobur kynda vit aftur undir røstu grýtunum og borðreiða við røstum fiski frá Norðfra Danm...
29/09/2026

TÝSDAGSDØGURÐI 🇫🇴

Týsdagin 6. oktobur kynda vit aftur undir røstu grýtunum og borðreiða við røstum fiski frá Norðfra Danmark.
Sum altíð verður eisini okkurt gott omaná og te og kaffi afturvið.

Kostnaður kr. 200,- fyri verðin.

Tekning á [email protected] ella send eini smsboð á +45 31174868 innan mánadagin, 5. oktobur kl. 17:00

Dyrnar lata upp kl. 17.00 og farið verður til borðs kl. 18:00

Ver so hjartaliga vælkomin og vit gleða okkum at síggja teg og tíni 😊

🇫🇴 60+ MIKUDAGIN, 30. SEPTEMBUR 🇫🇴So er tað í ovurmorgin, mikudagin, 16. septembur at 60+ aftur er á skránni í Føroyahús...
28/09/2026

🇫🇴 60+ MIKUDAGIN, 30. SEPTEMBUR 🇫🇴

So er tað í ovurmorgin, mikudagin, 16. septembur at 60+ aftur er á skránni í Føroyahúsinum

Kl. 13:00 til 16:00, verður borðreitt við einum góðum bita og hugnaligari samveru.
Tak tínar bestu vinir undir armin og komið og njótið felagsskapin saman við fantastisku sjálvbodnu fyriskiparunum, sum borga fyri einum sera hugnaligum tiltaki.

Kostnaður kr. 70,-
Melda teg til í seinasta lagi kl. 17:00 í morgin, týsdag, 29. septembur.

Antin á: [email protected] ella send eini sms-boð: 31 17 48 68
Goldið verður við korti ella MobilePay, tá tit koma innar.

25/09/2026

Adresse

Vesterbrogade 17A
Copenhagen
1620

Åbningstider

Mandag 13:00 - 17:00
Fredag 13:00 - 17:00

Telefon

+4528353307

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Føroyahúsið offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del