22/07/2025
Nýggj funka í Samskiparinum - Haldføri, fá ræði á tínari frystiboks!
Hvussu ofta kemur tað fyri, at ein fer í frystiboksina og kemur fram á vørur, sum nærkast síðstu dagfesting fyri haldføri ella er farið út um freistina? Tað er óiva ikki óvanligt hjá okkum flestu. Í Samskiparinum er ein funka implementera, ið varskógvar tá ið ein vøra nærkast sínum haldføri. Hvussu ger ein so? Ein tekur mynd av dagfestingini á vøruni og verður hon innlisin sjálvvirkandi (í ávísum førum má ein leggja dagfesting inn manuelt). Saman við dagfesting verður vøran navngivin og goymd. Síðan er alt sjálvvirkandi, skipanin boðar frá tá ið tað eru 5 dagar ella 3 dagar til ein vøra gongur út. Funkan kann eisini nýtast til vørur í køliskápi ella matarskápi.